- Tey eru farin um øll mørk í Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Man fer ikki eftir sjúkrameldaðum fólki og skal tvinga tey aftur til arbeiðis. Hetta málið var óneyðugt, og var ein valdsdemonstration, sum ongastaðni hoyrir heima.
Tað sigur uttanflokka tingkvinna Sonja J. Jógvansdóttir, ið er alt annað enn fegin um leiklutin hjá Fíggjarmálaráðnum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum í samband við ósemjuna við ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum.
Fyrr í dag kunngjørdi Fasti Gerðarættur sín úrskurð í málinum, men løgtingskvinnan metir, at málið aldrin skuldi verði lagt fyri rættin.
Les eisini: Niðurstøðan í LSH málinum: Okkurt er í lagi og annað ikki
- Tað er ósømiligt at taka eitt mál, har fólk eru langtíðar sjúkrameldað, og døma tey aftur til arbeiðis. Hetta er eisini eitt misálit á læknarnar, ið hava útskrivað sjúkraváttanirnar. Hetta er ósømiligt á so nógvum stigum. Tað er út um øll mørk, at eitt sjúkrahús skal døma sjúk fólk til arbeiðis, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Løgtingskvinnan greiðir frá, at hon hevur mist alt álit á, at Fíggjarmálaráðið er ført fyri at loysa málið, og hevur tí í dag sent eina áheitan á løgmann um at fara upp í málið.
- Tað eru nøkur prinsippir, ið man ikki fer útum, og tað er óansæð hvør forsøgan er, man fer bara ikki eftir sjúkrameldaðum fólkum. Fíggjarmálaráðið hevur við rættarmálinum prógvað, at tey eru ikki før fyri at loysa málið, sigur Sonja J. Jógvansdóttir og leggur afturat.
- Tí havi eg seinnapartin í dag sent løgmanni eina fráboðan um at taka sær av málinum, og fáa tað loyst. Áðrenn eg gjørdi tað, royndi eg eisini at fáa Kristinu Háfoss at taka málið úr Gerðarættinum, men tað vildi hon ikki.