Kreppa á LSH: Samband millum partarnar í dag

Umleið tríggir mánaðir eftir, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum framdi bygnaðarbroytingar á føðideildini, ið førdi til eitt hart stríð við ljósmøðurnar, er nú aftur samband millum partarnar.


Álítandi keldur upplýsa fyri Miðlahúsinum, at fundarvirksemi er á Landssjúkrahúsinum í dag, har partarnir í stríðnum hyggja at einum uppskoti til loysn á stríðnum, ið hevur staðið á í umleið tríggjar mánaðir.


Fyrr í vikuni skrivaði in.fo, at 16 út av 21 ljósmøðrum á Landssjúkrahúsinum vóru sjúkrameldaðar, meðan ein hevði sagt seg úr starvi. Í teirra stað hevur leiðslan á sjúkrahúsinum mannað deildina við avloysarum úr Danmark.


In.fo fylgir málinum