Kreppa á LSH: Leiðandi ljósmóður er uppsøgd

Stríðið á Landssjúkrahúsinum um umstøðurnar á føðideildini hevur fingið eina nýggja vend, nú leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sent Sigrid Christiansen, leiðandi ljósmøður, ætlanarskriv. Tað váttar Sigrid Christiansen fyri Miðlahúsinum.


- Eg havi fingið ætlanarskriv og havi fingið fram til 9. august at svara. Tað er óvæntað, tí higartil havi eg ikki fingið nakra ávaring ella líknandi frá leiðsluni, sigur Sigrid Christiansen.


Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, men upplýsir hann, at leiðslan als onga viðmerking hevur til persónsmál.


Stríðið á føðideildini kyknaði av álvara aftur 1. apríl, tá leiðslan á Landssjúkrahúsinum valdi at broyta leiðslubygnaðin á føðideildini. Ljósmøðurnar gjørdu alt fyri eitt vart við sína ónøgd og vístu á, at nýggi bygnaðurin fór at føra til ótolandi arbeiðsumstøður. Síðan eru 17 av teimum 20 ljósmøðrunum, ið eru í føstum starvi ella eru fastir avloysarar, sjúkrameldað.


Ljósmøðurnar kærdu eisini avgerðina og onnur viðurskiftir til Heilsu- og Innlendismálaráðið, og hóast tær ikki fingu viðhald í kæruni, so staðfesti aðalráðið at neyðugt var at betra um samstarvið á føðideildini og álegði sjúkrahúsleiðsluni at gera nakað við tað.