Tað skrivar New York Times, sum gongur á odda við søguni, ið kom fram í morgun. Løgreglan í Sveis hevur í samarbeiði við mynduleikarnar í USA handtikið seks leiðandi persónar í altjóða fótbóltssamgonguni.
Hetta hendi á fimm stjørna gistingarhúsinum, Baur Au Lac, í Zurich har toppurin í FIFA er samlaður undan forsetavalinum, sum verður fríggjadagin. Ákærurnar eru hvítvasking av pengum og mutur fyri yvir eina hálv milliard krónur.
Hetta skal hava gingið fyri seg líka aftur til 1990, og umfatar sjónvarpsrættindi, lýsingaravtalur og beinleiðis mutur í samband við hvør skal hýsa einum HM endaspæli.
Fyribils er seks fólk handtikin, men mett verður at 14 fólk verða ákærd, tá alt kemur til alt.
Umstríddi sitandi FIFA forsetin, Sepp Blatter, hevur annars verið favorittur at vinna valið. Spurningurin er nú hvønn týdning tað hevur, at millum annað varaforsetin, Jeffrey Webb, er millum teirra, ið er handtikin.
FIFA hevur í nógv ár verið undur illgura fyri mutur. Seinast í samband við at Russland og Katar blivu vald sum HM endaspælsvertstjóðir fyri 2018 og 2022.










