Sunnukvøldið tapti Barcelona 1-0 fyri David Moyes og Real Sociedad í sponsku landskappingini. Hetta var ein gyltur møguleiki at hála inn á Real Madrid, sum tapti fyrr um dagin, men við Dani Alves, Neymar og Lionel Messi á bonkinum tapti Barcelona 1-0.
Les eisini: Kreppa lúrir í Barcelona
Síðani hevur ítróttarstjórin síðani 2010, Andoni Zubizarreta, fingið fótin, meðan varaítróttarstjórin, Carles Puyol, hevur lagt frá sær. Kritikkur hevur verið av fleiri av keypunum hjá Andoni Zubizarreta. Hann hevur millum annað ikki megnað at funnið ein avloysara fyri Carles Puyol í miðverjuni.
Messi ónøgdur
Tað ljóðar somuleiðis, at Lionel Messi er ónøgdur við venjaran, Luis Enrique. Liðið hevur ikki funnið eina spæliskipan ella ein spælistíl undir nýggja venjaranum. Bløðini í Spania skriva, at Luis Enrique er óklárur við spælarar sum Lionel Messi, Neymar og Dani Alves. Teir endaðu allir á bonkinum sunnudagin.
Les eisini: So tapti Real Madrid
Serliga er tað Lionel Messi, sum ikki tolir at sita á bonkinum. Tað er eftirhondini alment kent í fótbóltsheiminum, at argentinski bóltsnillingurin ikki orkar fyri at sita á bonkinum. Hetta fann Pep Guardiola útav tey fýra árini hann var venjari í felagnum, men Luis Enrique tykist ikki eins sinnaður at lúka krøvini hjá Lionel Messi.
Hetta hevur fingið eld í søgurnar um, at Lionel Messi skal vera á veg úr felagnum. Chelsea og Manchester City verða nevnd millum feløgini, ið skulu hava stóran áhuga fyri keypa Lionel Messi.
Luis Enrique trýstur
Eftir tapið fyri Real Sociedad skriva spanskir miðlar, at Luis Enrique hevur tveir dystir at bjarga starvinum í Barcelona. Teir spæla í sponsku steypakappingini hóskvøld, men serliga er tað landskappingardysturin um vikuskiftið móti Atletico Madrid, sum kemur at avgera um Luis Enrique verður venjari hjá Barcelona í 2015.
Les eisini: Messi undrast á dopingroynd
Í farnu viku staðfesti altjóða ítróttardómstólurin kepsbannið, sum FIFA hevur givið Barcelona fyri brot á reglugerðina í samband við keypa av spælarum undir 18. Hetta ger ikki støðuna betri í felagnum.
Forsetin illa lýddur
Tað var eisini í samband við óreglusemi í samband við spælarakeyp, at Sandro Rosell legði frá sær sum forseti í Barcelona. Varamaður hansara, Josep Bartomeu, er ikki væl lýddur og viðhaldsfólkini vilja hava forseta væl í ár, heldur enn í 2016, sum annars er ætlanin.
Les eisini: Barcelona sleppur ikki at keypa í 2015
Sostatt er órógv í flestu pørtum av Barcelona, sum fyri fáum árum síðani var besta felagið í heiminum. Hóast alt hetta, so er Barcelona bara eitt stig aftanfyri Real Madrid, sum tó hevur spælt dyst færri í La Liga.