Kreppa í HSF: Allir dómararnir eru givnir

Allir hondbóltsdómararnir í bestu deildini hjá kvinnum og monnum hava boðað Hondbóltssambandinum frá, at teir blása ikki aftur í floytuna fyribils. Teir eru farnir í verkfall.

Dómararnir eru sera misnøgdir við háttin, sum Kappingarnevndin viðger klagur um reyð kort og annað.

 

Dómararnir eru hóttir fleiri ferðir í hesum kappingarárinum, men Hondbóltssambandið hevur ikki viljað gjørt manngarð um dómararnar.

 

Andreas F. Hansen er næstformaður í dómarafelagnum.

 

- Fólkini í Kappingarnevndini eru ikki egnað at sita har, og dómararnir vera ikki tiknir í álvara. Tað er stóri trupulleikin. Tað verður ikki lurtað eftir okkara frágreiðingum. Hondbóltssambandið, sum er okkara arbeiðsgevari, vil ikki verja sítt starvsfólk, og tað góðtaka vit ikki. Vit hava boðað frá, at vit døma ikki aftur fyribils, og tað er upp til Hondbóltssambandið, hvussu knúturin verður loystur, sigur Andreas F. Hansen.

 

Hann vísir millum annað á eina hending um vikuskiftið, tá ein spælari slóð reyða kortið úr hondini á dómaranum, meðan hann hótti dómaran. Spælarin slapp við leikbanni í tveir dagar, og tað kann Dómarafelagið als ikki góðtaka. Fleiri slík dømi eru, sigur Andreas F. Hansen.

 

Ein dystur er á skránni í kvøld. Kyndil og KÍF spæla í høllini á Hálsi. Tann dysturin verður spældur við dómarum, men síðani fara allir dómararnir í verkfall.

 

Um tvær vikur skulu finalurnar um føroyameistaraheitið avgreiðast.