Kreppa hjá Inga og teimum

Lagið er av tí ringasta í Premier League felagnum Birmingham, eftir at felagið tapti heili 7-0 ímóti Liverpool í gjárkvøldið. Tað hevur gingið illa hjá Birmingham í hesum kappingarárinum, og liðið stríðist fyri lívinum í botninum. Tað hevur gingið heldur frægari í steypakappingini, men í gjárkvøldið ruku teir út við einum ordans braki.
Venjarin Steve Bruce segði, at hann hevði ikki tapt so stórt, síðani hann var smádrongur, og dagurin var tann ringasti í hansar tíð sum venjari. Eftir stórtapið ímóti Liverpool bíða truplir dystir í Premier League.