Kreppa á franska landsliðnum

Tað er kreppa í franska landsliðshópinum, sum alt HM endaspælið hevur verið í andglettinum hjá miðlinum. Tað byrjaði við søgum um, at franski landsliðshópurin var deildur upp í bólkar. Eftir dystin ímóti Meksiko varð Nicolas Anelka sendur heim, fyri at hava sagt eitt hvørt við venjaran, Raymond Domenech, í hálvleikinum. Anelka varð eisini útskiftur í hálvleikinum.

 

Í dag fóru so liðskiparin og Manchester United verjuleikarin, Patrice Evra, og ein av hjálparvenjarunum til hendurs og máttu skiljast at. Løtu seinni fór franski hópurin av vøllinum í mótmæli av at Anelka er sendur heim.

 

Frakland skal í seinasta dystinum spæla ímóti vert tjóðini, Suðurafrika.