Annika Olsen skilur atfinningarnar hjá Poul Michelsen, sum í gjár tók avleiðingina av ára langum stríði í Fólkaflokkinum. - Eg er sera hørm um, at flokkurin hevur mist ein politikara sum Poul Michelsen. Eg má eisini siga, at eg skilji nakað av tí kritikki, sum hann førur fram móti flokkinum, og eg haldi heldur ikki, at tað hevur verið heppið, at formaður floksins er Uttanríkisráðharri.
Hetta sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum við Norðlýsið í dag.
Í dag segði Øssur Winthereig, journalistur og politiskur viðmerkjari við Rás2, at júst Annika Olsen helst er ein teirra, sum í dag ivast í síni støðu í flokkinum.
Annika Olsen skilur atfinningarnar, sum Poul Michelsen hevur móti formanninum í flokkinum, Jørgen Niclsen, og hon heldur, at formansval í framtíðini skal verða meira opið.
-Eg haldi, at flokkurin átti at havt eina meira opna tilgongd í samband við millum annað formannsval, sigur Annika Olsen sum vísir á, at tað sera sjálvdan er nøkur avkvøðugreiðsla í flokkinum tá formaðurin verður valdur.
- Tað er tingmanningin einsamøll, sum velur formannin, men tilgongdin er sera afturlatin, og tá valið skal avgreiðast er eingin mótkandidatur og eingin atkvøðugreiðsla, sigur Annika Olsen við Norðlýsið.
Øssur Winthereig heldur, at helst verða rembingar at síggja í Fólkaflokkinum til komandi val.