Kreppa í ensku stjórnini

Fyri løtu síðani boðaði Boris Johnson, uttanríkisráðharri, at hann fer úr stjórnini hjá Theresu May, forsætisráharra í Onglandi. Hann er triðji ráðharrin í stjórnini, sum fer frá seinastu 24 tímarnar.

 

Spurningurin er, um hetta er byrjanin til ein uppreistur móti Theresu May. Orsøkin er, at ráðharrarnir ikki stuðla avgerðini hjá forsætisráðharranum um eitt sonevnt “mjúkt” Brexit.

 

Fríggjadagin kunngjørdi Theresa May eina nýggja ætlan fyri, hvussu Brexit, tað vil siga at Bretland fer úr ES, skal ganga fyri seg. Ráðharrarnir, sum nú gevast, halda allir, at tilknýti til ES framvegis verður ov tætt, um Theresa May sleppur at gjøgnumføra sína ætlan.

 

Boris Johnson var ein av størstu forsprákarunum í konservativa flokkinum fyri at fara úr ES undan fólkaatkvøðuni og er skilliga ikki nøgdur við nýggju ætlanirnar hjá Theresu May, sum hann samanbar við at polera ein lort.