Hóast FC Barcelona framvegis er við í stríðnum um størstu steypini hetta kappingarárið, hevur alt ikki verið frøi hjá ráðandi meistarunum í Spania.
Í kvøld legði ovurstóra heimsstjørnan, Lionel Messi, eftir leiðsluni og fyrrverandi liðfelaganum, Eric Abidal á sosialu miðlunum.
Altjóða miðlar hava ikki verið seinir at rópa hetta eina bumbu, og siga eisini í kvøld, at Lionel Messi hevur ein sáttmála sum sigur, at hann kann skifta felag sum honum lystir næsta summar.
Soleiðis er málið sambært in.fo
Fyri stuttum var venjarin, Ernesto Valverde, koyrdur og Quique Setién settur ístaðin.
Frá in.fo: Valverde fingið sekkin í FC Barcelona
Í FC Barcelona er tað ítrottarstjórin, ið umboðar felagið í sáttmálasamráðingum - og uppsøgnum. Ítrottarstjórin í FC Barcelona er fyrrverandi verjuleikarin, Eric Abidal, sum spældi við FC Barcelona í árunum 2007 til 2013.
Tá var hann millum annað týðandi partur í, at liðið vann fýra sponsk meistaraheiti, tríggjar spanskar steypakappingar og tvær Champions League-kappingar.
Øll árini vóru Abidal og Lionel Messi liðfelagar, men vinalagið tykist at vera kólnað í kvøld.
Nýggjasta kreppan í Barcelona byrjaði í dag, tá ið Eric Abidal í samrøðu við stóra ítrottarblaðið í Katalonia, "Sport", segði soleiðis:
- Leikararnir vóru ikki nøgdir við Valverde, og teir stríddust ikki.
- Har vóru eisini trupulleikar við innanhýsis samskiftinum. Sambandið ímillum venjaran og leikaran í skiftirúminum var gott, men har vóru ávísir lutir, sum eg sum fyrrverandi leikari kendi á mær.
- Eg segði við felagið at tað mátti taka eina avgerð, segði Eric Abidal um uppsøgnina av venjaranum við blaðið, Sport.
Í kvøld svaraði Lionel Messi aftur við at leggja hesa myndina á instagram:
##med2##
Messi hevur sett ring um útsøgnina hjá Abidal, har sagt verður, at leikararnir ikki stríddust.
Og so skrivar Messi sjálvur millum annað, at leikararnir eiga ikki ábyrgdina av, at venjarin var uppsagdur.
- Mær dámar hetta ikki. Eg haldi at øll eiga at taka ábyrgd fyri sínar gerðir og avgerðir.
- Vit hava ábyrgdina fyri hvat hendir á vøllinum, og vit hava verið fyrstir at viðurkenna at tað ikki hevur verið nóg gott.
- Fólkið í leiðsluni eigur eisini at viðurkenna og standa við sínar avgerðir, sigur Messi, áðrenn hann tykist at leggja beinleiðis eftir Abidal fyri útsagnirnar í Sport.
- Tá ið leikarar verða umrøddir, eiga nøvn at nevnast. Um ikki, verða vit allir dálkaðir og tað elvir til ósannar viðmerkingar, sigur Lionel Messi.
Eric Abidal hevur, sum umboð fyri leiðsluna í FC Barcelona, verið fyri stórum ágangi seinasta árið, orsakað av teimum sáttmálum sum felagið hevur skrivað - og serliga av teimum, ið ikki eru skrivaðir.
Messi sjálvur hevur ikki fjalt fyri sínum ynski um, at felagið átti at keypt Neymar aftur, og í samband við venjaraskiftið var tað eisini ein gøla, at felagið segði seg samráðast við fyrrverandi leikaran, Xavi - Men í roynd og veru bjóðaði Barcelona honum ongantíð eitt sáttmálauppskot.
Nú tá ið flytingargluggin lat aftur, løgdu fjepparar aftur eftir leiðsluni, sum ikki skrivaði sáttmála við nakran leikara, hóast eitt nú Luis Suarez er langtíðarskaddur. Ágangurin kyknaði aftur í dag, tá ið tað gjørdist greitt, at Ousmane Dembéle - Sum varð keyptur fyri metupphædd fyri tveimum árum síðani - enn einaferð stŕiðist við drúgvan skaða.
Fjepparar hava heldur ikki fírt fyri, at gera gjøldur við leiðsluni eftir at endaligi Champions League-hópurin var innskrivaður í dag. Bert 16 leikarar eru skrivaðir inn í hópin. Felagið kann kortini leggja ungdómsleikarar afturat sum tað lystir, treytað av, at leikarin er yngri enn 21 ára gamal.
Lionel Messi hevur verið í FC Barcelona alla sína yrkisleið, men hann hevur heldur ikki fjalt fyri ynskinum um, at vinna serliga Champions League aftur fyri fyrstu ferð síðani 2015.
Messi er í dag 32 ára gamal, og í Barcelona óttast tey nú, at hann vil royna hetta við einum øðrum felagið, um greiða ikki fæst á ónøgdini.











