Í Kreml siga tey í dag, at russiski forsetin, Vladimir Putin og amerikanski forsetin, Donald Trump, hava brúk fyri at tosa saman í telefon.
Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sum hevur verið á vitjan í Russlandi, hevði eitt prát við Vladimir Putin hóskvøldið.
Reuters veit at siga, at sendimaðurin hevur kunnað amerikanska forsetan um samrøðuna við russiska forsetan.
Í Kreml siga tey, at Vladimir Putin sum heild er "solidariskur" við støðuna hjá Donald Trump.
- Men, her er nógv arbeiði, sum má gerast, hevur russiski forsetin sambært Reuters sagt við serliga sendimannin hjá USA.
Tað var í gjár, at Steve Witkoff fór til Moskva í einari roynd at fáa Russland at góðtaka uppskotið hjá USA um eina 30 dagar langa vápnahvíld í Ukraina.
Í Russlandi hevur serligi sendimaðurin hitt fleiri embætisfólk, men tað er ikki váttað, um tað eydnaðist honum beinleiðis at hitta russiska forsetan.
Hóskvøldið segði Vladimir Putin, at hann stuðlar uppskotinum um vápnahvíld, men legði aftrat, at hann tekur fleiri fyrivarni.
Russiski forsetin legði aftrat, at tað eru fleiri "álvarsligir spurningar", sum framvegis mugu umrøðast.