Kreml: - Hetta er besta íkastið til frið

- Skulu viðurskiftini millum Russland og USA normaliserast, mugu revsititøkini móti Russlandi eisini beinast burtur, verður sagt úr Kreml

Eftir at tað frættist, at USA hevur gjørt av fyribils at steðga allari vápnaveiting til Ukraina, fegnast tey sjálvsagt í Kreml.

 

- Um hetta er rætt, fer tað at eggja Kyiv til at søkja frið, sigur Kreml í einari útsøgn, sum Reuters endurgevur.

 

Í Kreml halda tey, at ein steðgur í amerikansku vápnaveitingini til Ukraina er besta íkastið til frið.

 

- Vit bjóða ynskinum hjá Trump um frið vælkomnum, verður sambært Reuters sagt úr Kreml.

 

Í einari útsøgn heldur Kreml tað vera líkt til, at Evropa roynir at kompensera fyri mista hernaðarstuðulin úr USA 

 

- Skulu viðurskiftini millum Russland og USA normaliserast, mugu revsititøkini móti Russlandi beinast burtur, verður sagt úr Kreml.