Kreml: Einki at óttast

- Vit óttast heldur ikki fráboðaðu revsitiltøkini úr Japan, siga russisku myndugleikarnir.

Kreml sigur, at USA og tess forseti, Joe Biden, hava lykilin til at steðga stríðnum í Ukraina.

 

- Men, lykilin verður ikki brúktur. Ístaðin lata tey heldur Ukraina nýggj vápn, skrivar Reuters.

 

Sambært Reuters siga tey í Kreml eisini, at Russland tillagar seg revsitiltøkini úr vesturheiminum.

 

- Vit óttast heldur ikki fráboðaðu revsitiltøkini úr Japan, verður lagt aftrat.

 

Japan hevur sagt, at landið fer at seta í verk útflutningsforboð fyri fleiri vørur til Russlands.