Uppreisturin hjá leiguhermonnunum í Wagner, fer ikki at ávirka russisku krígsførsluna í Ukraina.
Tað sigur talsmaðurin hjá Kreml og Vladiir Putin, forseta, Dmitrij Peskov.
Leygardagin segði Ukraina, at herurin hjá teimum hevur sett í verk nýggj álop har eysturi í landinum.
Samstundis sigur Ukraina, at framgongd hevur verið fleiri staðni á hermótinum.
Men, sambært Kreml-talsmanninum kemur tað ikki upp á tal, at uppreisturin hjá Wagner fer at ávirka russisku krígsførsluna í Ukraina.
Tá Dmitrij Peskov segði hetta, høvdu Wagner-herliðini steðgað sínar framtøku móti Moskva og vóru farin at taka seg aftur úr býunum har suðuri í Russlandi.
Alt hetta hendi, eftir at ein avtala var komin í lag, sum segði, at hvørki Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin ella hansara leiguhermenn, fóru at verða rættarfylgdir fyri atgerðirnar.
Wagner-herliðini hava stríðst á russiskari síðu í krígnum í Ukraina, og tær stóðu á odda, tá russiski herurin tók ræðið í nógv umrødda býnum, Bakhmut.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.