Kreml ávarar vesturheimin

- Vit vita við vissu, at ukrainsk stríðsflogfør hava flogið til Rumenia og onnur grannalond, sigur ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið.

Russland ávarar nú lond, sum loyva ukrainskum hernaðarflogførum at brúka flogvallir í landinum. 

 

- Vit vita við vissu, at ukrainsk stríðsflogfør hava flogið til Rumenia og onnur grannalond, sigur ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið.

 

Tað er AFP, sum endurgevur tíðindini.

 

Stjórnin í Kreml sigur, at lond, sum lata ukrainar brúka sínar flogvallir, kunnu gerast partur av vápnaðum stríði.

 

Rumenia er limur í verjusamgonguni, Nato. 

 

Sambært talsmanninum fyri russiska verjumálaráðið eru flestu ukrainsk stríðsflogfør oyðiløgd.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur fleiri ferðir heitt á vestanlond um at seta í verk flogbann yvir Ukraina, men hesum ynski hava londini ikki gingið á møti.

 

Vladimir Putin hevur eisini ávarað um, at eitt flogbann yvir Ukraina verður roknað sum krígsluttøka hjá teimum londum, sum seta eitt møguligt flogbann í verk.