Kreftirnar vóru uppi

B36-venjarin, Sigfríður Clementsen, var sum so rættiliga avkláraður eftir tapið í grannauppgerðini.
- Vit koyra snøgt sagt flatir. Har var einki sum helst eftir í spælarunum, og so fái eg ikki kravt meira. Tær útskiftingar, sum vit gera, eru vit meira ella minni noyddir til, tí talan er í øllum trimum førum um smáskaðar, sum noyða spælarar út. Eisini hóast aðrir menn vóru, sum vildu sleppa út.
Tað tykist, sum kostaði dysturin mikukvøldið nógvar kreftir hjá bæði tykkum og EB/Streymi. Eru tit klárir til enn eina hálvfinalu mikukvøldið?
- Vit royna so at seta tað liðið, sum vit kunnu. Og tað er einki at ivast í, at vit gleða okkum til dystin. Hvat úrslitið so verður, fáa vit at síggja til ta tíð.