FAROE SEAFOOD
Faroe Seafood kundi í endanum av seinastu viku kunngera, at ársroknskapurin hjá felagnum er góðkendur á ársaðalfundi, og at úrslitið hjá felagnum fyri 2009 vísir eitt hall á 15,9 miljónir krónur.
Formaðurin í nevnd felagsins, Anfinn Olsen, segði sessin frá sær, og nýggjur nevndarformaður í Faroe Seafood er Ingi Højgaard, advokatur.
Ali Celebi er eisini nýggjur nevndarlimur.
Hinir í nevndini eru Eyðun Olsen, næstformaður, Jónsvein Knudsen og Kristoffur Laksá.
Í tíðindaskrivi eftir aðalfundin, segði nevndin, at Faroe Seafood hevur tørv á at fáa bøtt um fíggjarliga grundarlagið.
- Arbeitt hevur verið við hesum í longri tíð, og framvegis verður arbeitt við at finna eina loysn, eins og leiðslan vónar, at ein nøktandi loysn verður funnin í næstum, sigur nevndin.
Hyggja frameftir
Ingi Højgaard segði seg fríggjadagin í samrøðu við Rás2 ikki duga at siga stórvegis um, hví úrslitið fyri 2009 hevur verið so vánaligt, men hann legði dent á, at nýggja nevndin hyggur frameftir.
- Loysnin, sum arbeitt verður við í løtuni, er at broyta ella umleggja skuldarbyrðina hjá felagnum, soleiðis at felagið fær eitt betri fíggjarligt grundarlag. Tað, sum liggur í kortunum nú, er ein kredittorloysn.
Ingi Højgaard ásannaði, at hann noyðist at seta seg nærri inn í viðurskifti felagsins, áðrenn hann kann siga nakað neyvari um, hvussu hann ætlar at reisa felagið úr aftur aldudalinum.
Nýggi nevndarformaðurin ásannaði eisini í samrøðu við Rás2, at úrslitið fyri 2009 slett ikki er nøktandi, og hann segði seg ikki duga at meta um, hvussu úrslitið fyri 2010 verður.
- Nú fari eg at seta meg inn í viðurskiftini og tølini. Men eg vóni, at vit kunnu finna eina loysn, soleiðis at felagnum verður lív lagað framyvir.
Ingi Højgaard segði seg fríggjadagin ikki kunna koma við nøkrum neyvum boði upp á, hvør ítøkiliga loysnin fyri Faroe Seafood verður.
Møguleikar eru
Spurdur, hvussu realistiskt hann metir tað vera, at Faroe Seafood sleppur av við skuld, sigur nýggi nevndarformaðurin:
- Hvussu realistiskt tað er, veit eg ikki, men vit fara at royna at skapa fíggjarligt grundarlagið undir felagnum. At hetta arbeiði er í gongd, er tí, at mett verður, at realistiskir møguleikar eru at røkka á mál.
Ingi Højgaard sigur, at møguleikar eru at endurreisa Faroe Seafood.
- Eg haldi meg kenna á mær, at vilji er millum teir stóru kreditorarnar um at finna eina loysn, soleiðis at felagið kann koyra víðari, sigur nýggi nevndarformaður felagsins.