Kreditt-trygging avbjóðing hjá norskum útflytarum

Hóast fíggjarkreppan herjar, selur norskur sjómatur væl. Kortini merkir vinnan nú, at tað er ilt at fáa til vega keyparatryggingar. Sverre Søraa frá fyritøkuni Coast sigur, at tað tyngstu marknaðirnir í løtuni eru í Eysturevropa, serliga Ukraina, og Korea. Vinnuhúsið skrivar, at stjórin fyri marknaðardeildina í Eksportutvalget for Fisk (EFF), Egil Ove Sundberd, sigur eisini, at tey nú fáa frágreiðingar frá marknaðinum og frá útflytarunum, at fíggjarkreppan ávirkar gjaldsevnini og tryggingarnar hjá keyparum. Eftirspurningurin eftir sjómati er tann sami, men tað merkist, at handilsvinnan og veitararnir til marknaðin hava gjaldføris- og tryggingartrupulleikar. Hetta er tó serliga galdandi í Eysturevropa, meðan tey vestanfyri eru hava somu trupulleikar.