Kreativur nýggjárssáttmáli

Endurstovnað konkursfelag skal standa fyri nýggjárssending í Kringvarpinum.

Endurstovnað konkursfelag skal standa fyri nýggjárssending í Kringvarpinum.

 

Smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus hevur fingið upp í hendur at standa fyri nýggjárssendingini í sjónvarpinum. Sáttmálin við Kringvarpið er undirskrivaður í dag.

 

Sambært sáttmálanum er talan um eitt sonevnt ”alment-privat samstarv”, har Kringvarpið letur sendiútgerð og sendinet, meðan privata smápartafelagið fær fullan rætt til at selja lýsingar og sponsorat til sendingina.

 

Uppgávan er ongantíð bjóðað út. Men í staðin siga partarnir soleiðis um støðuna um, hví tað júst skal vera sp/f Fjølvinna, ið fær uppgávuna:

 

”Samstarvið tekur støði í eftirmetingum av seinastu sending og samskifti partanna millum, har tað er greiða fatanin, at eingin triði partur hetta seinasta árið hevur sýnt veruligan áhuga at framleiða nýggjárssendingina.”

 

Sp/f Fjølvinna fór í konkurs í september 2011, og seinni varð felagið avtikið. Men fyri stuttum varð felagið endurstovnað við sama navni og sama eigara.

 

Sambært sáttmálanum um nýggjarssending, sum in.fo hevur fingið innlit í, fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at nýta alla útgerð hjá Kringvarpinum. Smápartafelagið fær fullan rætt til at nýta alt, redaktionelt tilfar hjá Kringvarpinum.

 

Eisini fær smápartafelagið fullan rætt til at brúka starvsfólk hjá Kringvarpinum til arbeiðið. Einasta treytin er, at hjástarvið skal ikki forða fyri, at Kringvarpið fær mannað sínar vaktir um høgtíðina.

 

Og sum tað triðja fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at selja lýsingar og sponsoratir til sendingina, sum verður send í almenna Kringvarpinum.

 

Sambært sáttmálanum hevur sp/f Fjølvinna ”redaktionella medábyrgd” av sendingini, sum Kringvarpið annars hevur ”redaktionellu ábyrgdina” av.

 

Sáttmálin sigur eisini, at inni í nýggjárssendingini liggur ein sonevndur ”aktualitetspartur”, sum fevnir um nýggjársrøðurnar hjá drotningi og løgmanni, formansumfari og táttinum ”árið ið fór”. Júst hendan partin av sendingini skal Kringvarpið hava ábyrgdina av. Sambært sáttmálanum kunnu somu fólk tó framleiða allar partar av nýggjárssendingini.

 

Sendingin verður send av Hotel Føroyum, ið er ein av stóru stuðlunum. Eisini hava Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna keypt sær senditíð, soleiðis at sjónvarpið sendir úr býnum, bæði í størstu og næststørstu kommunu í landinum.

 

- Hetta setir fokus á Klaksvík, so tí hava vit keypt okkum senditíð, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Hann hevur tó enn ikki skrivað undir sáttmálan við sp/f Fjølvinnu, og minnist ikki upphæddina, tá vit spyrja eftir henni.

 

- Men eg meini at lagt er upp til, at vit gjalda tað sama sum Tórshavnar Kommuna, sigur Jógvan Skorheim.

 

Høgni í Jákupsstovu er høvuðssamskipari av nýggjárssendingini í Kringvarpinum.

 

Les eisini: Eingin sáttmáli um nýggjárssending