Kreativur háttur at gagnnýta Hollywood hjúnaskilnaðin

- Ikki púra óvæntað eru tey summi, sum hava funnið ein kreativan hátt at gagnnýta nógv umrødda hjúnaskilnaðin.

Brad Pitt má vera ein tann kendasti maðurin í heiminum og helst eru nógv kvinnuhjørtu smeltað av sjeikaliga Hollywood sjónleikaranum. 

 

Og tað hava tey í Norwegian í Norra brúkt í síni egnu marknaðarføring. Nú lýsa tey við einvegis ferðaseðlum til úr Oslo Los Angeles í USA og lýsingin ljóðar "Brad er stakur" og so sjálvandi er einvegis kostnaðurin á lýsingini. 

 

Tað var fyrr í vikuni, at allir heimsins miðlar vóru á tremur við tíðindunum um, at Angelina Jolie hevur biðið um hjúnaskilnað frá Brad Pitt. 

 

Tey bæði mugu sigast at vera kendasta parið í Hollywood samanhangi. Spurningurin er tó, um norskar kvinnur nú fara streymandi til L.A. í royndini at fanga hendan sjeikin. Í øllum førum kunnu vit siga, at lýsingarfólkini hjá Norwegian hava verið óvanliga kreativ í hesari lýsingini.