Kreativitetur á breddan

Sunda kommuna fer nú at skipa fyri evnisdegi fyri starvsfólkunum á dagstovnum og fyri lærarum.

Sunda kommuna skipar fríggjadagin 28. februar fyri evnisdegi fyri starvsfólkunum á dagstovnunum og fyri lærarum, sum undirvísa í skúlum í kommununi. Evnið henda dagin er "Skapandi evni hjá børnum". Dagstovnarnir og skúlarnir eru afturlatnir henda dagin. 


Dagin eftir - 1. mars - hittast leiðararnir á dagstovnum og skúlum til felags ráðlegging um, hvussu dagliga arbeiðið fram eftir skal stuðla upp undir kreativar tilgondir.

Eisini verður skipað fyri almennum tiltaki í Eydnuni á Oyrarbakka hóskvøldið 27. februar klokkan 19.30, har foreldur og onnur áhugað eru vælkomin.

Fakliga innihaldinum hesar evnisdagarnar stendur Lene Tanggaard, professari við Aalborg Universitet, fyri.

Lene er kend sum ein sera dugnaligur og vældámdur undirvísari, sum tekur støði í yvirskriftini "Læringsmiljøers betydning for børns udvikling af kreativitet".