Fleiri serfrøðingar eru á einum máli um, at mongu og stóru íslendsku íløgurnar líkjast hvíttvasking av peningi og skattaundandrátti. Danska Ekstra-Bladet hevur síðani sunnudagin havt greinarøð um íslendsku íløgurnar, sum umvegis skattskjól uttanlands ferðast óskattað aftur til ánararnar. Hetta í sjálvum sær er ikki ólógligt, men illgruni er um, at talan er um meira enn bara skattaundandrátt skrivar danska blaðið.









