Klokkan 14 læt upp ein framsýning í Tilhaldinum í Havn.
Framsýningin er av nøkrum av tí, sum pensjonistar hava skapað við hondum sínum í Tilhaldinum í vetur.
Nakrar konur hava lært á binda við maskinu við Maritu Guttesen sum lærarr. Aðrar hava lært at veva hjá Onnu Sofíu Gaard.
Rasmus Nygaard hevur í fleiri ár undirvíst í at gera prýðis- og ganglutir úr beini og horni. Hesum arbeiði hava størri áhuga millum menninar.
Tað mesta av tí vovna og tí bundna hava kvinnurnar gjørt til seg og síni, men bæði nakað av tí og bein- og hornlutir eru til sølu.
Framsýningin er opin í dag til klokkan 18. Í morgin og frígggjadagin er opið frá klokan 15 til 18.