Kreativa rúmið

Ivist onga løtu í, at vit í Tórshavnar Kommunu eiga at skapa góðar og mennandi karmar fyri ung sum eldri, sum vilja royna seg í  tónleiki, sangi og hava kreativ skapanarevnir. 
Vit eiga at útvega karmar og hølir, sum eisini er opin um kvøldið og um vikuskifti, har ymisk listafólk skiftast at leggja lag á. 
Ofta hoyrir man, at tað er ein kjallari ella ein bilskúrur, sum verður bruktur til endamálið, ella foreldur av sínum eintingum, leggja hús ella høli til, fyri at skapa kreativa rúmið. 
Einki skeivt í tí, tað hevur eisini sína sjarmu. 
Men ímyndið tykkum, hvussu nógv betri tað hevði verið, at havt eina "Perlu" við hølum til ymiskt mennandi og skapandi virksemi, til øll tey, sum hava listarligar førleikar, ella vilja hugsavna seg við onkrum, í eina tíð. 
Tey fólkini eru ikki fá í tali.
Eg vil arbeiða fyri at fáa til vega kreativa rúmið, um mær verður víst álit á Býráðsvalinum í morgin , týsdagin 10.november

Súna Mørk, valevni hjá Javnaðarflokkinum