Tað vóru tær tríggjar, Helena Danielsen, Vivi Jacobsen og Jóhanna Petersen, sum stóðu fyri kreativu vikuni. Tær ganga allar tríggjar á pedagogskúlanum í Havn á øðrum ári.
Fyrst vóru bæði brúkarar og starvsfólk býtt upp í tríggjar bólkar. Vivi stóð fyri ninoleumsprenti, Jóhanna fyri akrylmáling og Helena fyri veving.
Til vevingina varð nýtt høsnahegn, sum varð spent upp á rammu. Síðani vóru restir av toyi, lyngur, bark og gággur stungið inn í millum hegnið.
Alt tað, sum gjørt varð, sá út sum rættilig listaverk, tá liðugt var.
Poulina Johannesen, leiðari, sigur, at tey eru fegin um vikuna. Øll, bæði brúkarar og starvsfólk, fingu sera nógv burtur úr.
19 menningartarnaði koma til arbeiðis á Stíggi hvønn dag. Starvsfólkini eru 6 í tali.