Dagstovnurin Eikilund í Vági hevði seinnapartin í dag foreldrakaffi og framsýning.
Alla vikuna hava tey havt evnisarbeiði um sólarmyrking. Og myndatemaðið longur niðri á síðuni ber boð um, at her hevur kreativiteturin verið í hásæti.
Børnini hava lært um sólarmyrking, sæð film og arbeitt við evninum, og væl er komið burturúr, má sigast.