Í hesum døgum eru teir hjá málarameistaranum Una Zachariasen í ferð við eitt arbeiði í Vágsbotni.
Teir hava sínar forskriftir at ganga eftir, tá talan er um trygd, umhvørvi og annað. Men av og á mugu eisini aðrar snildir takast í nýtslu, tá teir arbeiða.
Beint við har málaraarbeiði teirra fer fram, var ein bilur av einihvørjari orsøkin - komin at standa soleiðis í morgun, at hann forðaði teimum í at útinna verk sítt.
Tað var ikki nógv annað at gera enn at dekka bilin til, soleiðis at hann ikki fær máling og lakk á seg.
Nú farið er av middegi stendur bilurin við sama lag kreativt parkeraður, meðan málaraarbeiði verður gjørt!