Lýsingastovan Krea, ið heldur til í Runavík, hevur fingið nýggjar eigarar og stjóra.
Tað eru brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard, ið saman við Kajsten Højgaard, hava keypt fyritøkuna frá stovnarunum, Egil Olsen, Oddmar Suna Olsen, Eyðun Anthoniussen og Bárða Hammer.
Í samband við eigaraskiftið tekur Jaspur Langgaard við sum nýggjur stjóri í felagnum.
Lýsingastovan fæst við at hjálpa virkjum við marknaðarføring, og tá við serligum denti á sniðgeving og heimasíðugerð. Krea hevur gjørt fleiri enn 100 heimasíður og nærum 100 búmerkir síðani felagið varð stovnað í 2003.








