Tað er Strindberg-leikurin, Kravravnar (Kreditorerne), sum er á skránni á Tjóðpalli Føroya á Meiarínum í Havn. Premiera var í kvøld fyri fullsettum húsi, har teir tríggir leikararnir, Kristina Ougaard Sørensen, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam bergtóku áhoyrararnar.
Skemtisorgareikurin er eitt trýkantsdrama, sum August Strindberg skrivaði, meðan hann búði í Danmark í 1889. Leikurin snýr seg um jalousi og um kærleika, hevnd og sálarliga manipulatión og maktspæl. Hann snýr seg um tann kærleikan, sum ikki letur seg stýra, og sum vit hvørki kunnu trábiðja, bidda ella hótta okkum til, tá hann er farin.
Tekla og Gustav eru skild. Tekla er nú gift Adolfi, men Gustav vil fegin hava hana aftur. Gustav – sum er offrið – er listarmaður, málar og er myndahøggari. Gustav er kyniskur og nýtir allar snildir til tess at vinna Teklu aftur. Gustav sáar iva og gift í góðtrúna listamannasinnið hjá Adolfi fyri at hevna seg og spilla hjúnalagið millum Teklu og Adolf.
Tað er eingin minni enn gamli leikstjóraveteranurin Eyðun Johannesen, sum hevur leikstjórnað, og tað sæst aftur í leikinum. Allir tríggir leikararnir koma sera væl frá uppgávuni, og hugnaligi og ljósi leikpallurin fær okkum at hugsa um fjálg donsk baðihotell úr 19. øld.
Um leikin Kravravnar:
Eftir: August Strindberg
Týðing: Laura Joensen
Leikstjórn: Eyðun Andreasen
Ljóssetan: Turpin Napoleon Djurhuus
Pallmynd og búnar: Sten Lock-Hansen
Myndirnar tók Heinesenmyndir