Kravið er fleiri nýggj met

Formaðurin í Svimjisambandinum vónar, at persónlig og føroysk met verða sett í Herning næstu dagarnar

Í morgun verður farið undir EM kappingina í svimjing á stuttgeil, sum hesa ferð er í Herning, og sum heldur fram inntil sunnudagin.

Fleiri føroyskir svimjarar luttaka í kappingini. Pál Joensen er komin úr høvuðsstaðnum, har hann býr og yvir til Jylland, og hinir føroysku luttakararnir fóru niður longu fyrrapartin mánadagin. Seinastu dagarnar hava føroyingarnir vant í Boxen, har teir í dag fara at kappast.

 

Tá ið NJM og NM síðsta vikuskifti vóru í Gundadali, vóru úrslitini hjá føroysku svimjarunum ikki so góð, sum tað varð vónað. Tá varð sagt, at ein av orsøkunum ivaleyst var, at bestu svimjararnir høvdu fokus á stóru kappingini í Herning.

 

Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, fer í dag niður at fylgja føroysku svimjarunum. Hann sigur seg vóna og rokna við, at teir fara at vísa seg frá síni bestu síðu:

-Tað er bara Pál Joensen í 1500 metra frí, sum hevur realistiskan møguleika at vera við í kappingini um heiðursmerkini. Tá vit skulu meta um, hvussu føroysku svimjararnir standa seg, so er kravið, at teir megna fleiri persónlig met, og vit vóna eisini, at fleiri føroysk met verða sett í Herning næstu dagarnar, sigur Jon Hestoy.

 

Lagt verður fyri klokkan 8, og danska TV2 sendir beinleiðis frá kappingini.

Í dag skulu fleir føroyingar royna seg:

Birita Debes í 100 metra ryggsvimjing verður fyrsti føroyski svimjarin í kappingini. Hon fer at royna seg klokkan 8.33.

Klokkan 9.46 verður næsta kappingin við føroyskari luttøku: Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Pál Joensen í 400 metra frísvimjing.

Klokkan 10.21 fer Guðrun Mortensen at royna seg í 100 metra frísvimjing.