- Vit fara ikki at víkja frá kravinum um, at teir útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða, skulu vera limir í føroyskum fakfelag.
Tað ger Ingeborg Vinther, forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, púra greitt.
Tað ger hon greitt, eftir at Jacob Vestergaard aðrastaðni her á síðuni, ivast í um tað ber til at krevja, at útlendingar skulu limast inn í føroysk fakfeløg.
Men arbeiðarafeløgini fara at leggja doyðin á at forða fyri, at útlendingar, sum koma hendavegin, ikki máa støðið undan teimum føroysku sáttmálunum.
Og tað kann bara gerast við, at útlendingarnir verða limir í føroyskum fakfelag.
- Teir mugu verða limir í føroyskum fakfelag, so at vit kunnu tryggja, at teir fáa allar sømdir, sum hoyra til føroyska arbeiðsmarknaðin og so at teir ikki máa støðið undan okkara sáttmálum, sigur Ingeborg Vinther.
Tí fer Føroya Arbeiðarafelg ikki at góðkenna eina útlendingakunngerð, har tað ikki er eitt krav, at útlendingarnir verða limir í føroyskum fakfelag.
Hon kennir til dómin í Strasburg, sum landsstýrismaðurin sipar til í aðrari grein her á síðuni.
- Men tað er ongin ivi um, at er vilji til tað, ber eisini til at finna eina loysn.
Hvat fer at henda, vissi treytin um limaskap í føroyskum fakfelag ikki er við í kunngerðini, kann hon ikki siga nakað um enn.
- Tað verður ein støða, sum vit fara at taka upp, tá ið hon er íkomin, sigur hon.
Hon gevur lítið fyri ætlanina um, at Løgreglan skal hava eftirlit við hesum viðurskiftum.
- Løgreglan gremur seg dag og dagliga um, at tey hava ikki størri orku til at síggjast á gøtunum og tí dugi eg ikki at hugsa mær, hvussu løgreglan skal hava dagligt eftirlit við at, rættindi hjá útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, verða vird.
- Tí er kravið um limaskap í føroyskum fakfelag einasta loysnin, sigur hon.
Men Arbeiðarafeløgini fara eisini at krevja, at útlendingarnir skulu ikki hava betri rættindi enn føroysk arbeiðsmegi hevur.
- Tað skal ikki vera so, at útlendsk arbeiðsmegi skal hava trygd fyri fullari arbeiðsmegi, tí tað hevur føroysk arbeiðsmegi ikki. Verður tað kravið, verða tað nógv føroysk verkafólk, sum koma at sita heima og tað verður ikki góðtikið, sigur hon.