Kravið er sigur hjá B36

TB-venjarin trýr uppá ein javnleik í Gundadali

Eftir sigurin á grannunum í HB fyri fjúrtan døgum síðani, er FM-vónin hjá B36 kyknað aftur. Í vikuskiftinum møta havnarmenn TB, og kravið er einfalt trý stig ímóti botnliðnum TB.

Hjá TB byrjar so smátt at tátta í, og liðið ongantíð ov skjótt byrja at leggja fleiri stig undir seg, um tvøramenn ikki ætla sær út í ein upp- og niðurflytingar eftir kappingina, sum stigatalvan í løtuni boðar frá.

Um tað verður í vikuskiftinum, at tvøramenn fara at gera eitt hál, er ilt at siga, men litíð er at ivast TB hevur ein torføra uppgávu sunnudagin í Gundadali

Trý leikbann
B36 fingu tveir mans vístar av vølli ímóti HB, og umframt Arnbjørn Danielsen og Iulian Florescu, so er Jákup á Borg, eisini leikbannaður til dystin ímóti TB. B36 manglar sostatt tríggjar leikarar frá byrjunaruppstillingini ímóti HB.

Landsliðsleikarin, Jens Kristian Hansen, er farin at venja aftur, og væntandi verður hann við í hópinum hjá B36 ímóti TB. Bárður Mortansson meiddi seg í venjing í vikuni, og hann er ivasamur undan dystinum, men væntandi verður hann eisini.

Til dystin ímóti HB, var Herbert í Lon Jacobsen í verjuni hjá B36, men Herbert er farin av landinum aftur, men sum skilst, so er ætlanin hjá B36 at keypa hann upp til dystin imóti TB

Úr B36 verður annars sagt, um FM-vónin framhaldani skal vera hildin á lívið, so er kravið trý stig. Teir vóna eisini at fáa fulla úrtøku, og vísa á, at B36 altíð hevur gott tak á TB í Gundadali, og vóna at soleiðis verður eisini eftir dystin ímóti TB sunnudagin

Danny Hayes farin av landinum aftur
Annar onglendingurin í TB, Danny Hayes, er longu farin av landinum aftur. Hann var ikki nakar styrkur á TB-liðnum, og tí var ongin meining at hava hann á Tvøroyri, sigur TB-venjarin, Lynge Nielsen

Lynge Nielsen sigur annars, at tað gongur framá á Tvøroyri, og fylgja leikararnir taktikkinum, og geva seg 100% ímóti B36, trýr hann uppá at fáa eitt stig við sær úr Gundadali.

Tveir leikarar hjá TB eru ivasamir ímóti B36. Talan er um Allan Michelsen og Bárður Dimon, sum báðir hava skaða at dragast við. Síðst vit vistu, væntaðu tvøramenn Allan Michelsen kláran, men verri var við Bárði Dimon, sum væntandi ikki verður við.