Dysturin millum HB og Elfsborg var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin, at føroyskt felag slapp at spæla altjóða dyst á graslíki. Elfsborg spæla eisini sjálvir á einum vølli - sum eisini er 4. ættarliðsgraslíki - á heimavølli í Borås. Kortini kravdi svenski hópurin, at ovari vøllur í Gundadali skuldi spulast, áðrenn teir fóru at venja á honum. Tórshavnar Sløkkilið var til dystin fús, og so vóru sviarnir væl nøgdir.










