Leiðslan í bretska herflotanum roynir at leggja ein doyvara á tíðindini um, at skiparin á freghattini HMS "Somerset" bleiv koyrdur í land herfyri, men bretsku fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr tilburðinum.
HMS "Somerset" var á veg til Bretlands eftir at hava verið í Persaflógv-an-um, men tá skipið kom til Gibraltar, fek tað boð um at fara inn, og har fekk skiparin, David Axon, sekkin. Sambært fjølmiðlunum bleiv hann tveittur í land, tí manningin hevði hótt við at gera uppreistur ímóti honum. Sum skilst vildu fleiri av yvirmonnunum ikki góðtaka harðrendu framferðina hjá skiparanum, men nógvir bretar spyrja, hvat veruliga hendi umborð á skipinum.
Sambært fjølmiðlunum er hetta fyrstu ferð síðani 1931, at trupulleikar hava verið umborð á einum bretskum herskipi. David Axon kemur eftir øllum at døma fyri ein krígsrætt.