Sýnið var gott, hesa lagnuløtuna stutt eftir klokkan 11 sunnumorgunin. Hýruvognsførarin Hans Mortensen var á veg av flogvøllinum til Havnar. Í bilinum vóru Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, báðir júst afturkomnir av Oyggjaleikunum í Bermuda.
Ferðslan er rímiliga nógv. Norðanfyri, Á Hálsi í Sandavági, yvirhálar hýruvognurin.
Men bilurin kemur ov langt yvir í vinstru síðu, júst har autoverjan byrjar, har verjan skákar upp úr vegnum.
- Bilurin kemur upp á autoverjuna og slongist niðan av vegnum, staðfestir Kristina Christiansen, vakthavandi hjá politinum.
Alarmsentralurin fekk fráboðanina klokkan 11:25 í gjár. Sjúkrabilar og løgregla fóru á vanlukkustaðið, umframt at boð vórðu send eftir klippiútgerð at fáa fólkini úr bilinum.
Men alt til fánýtis. Tveir doyggja á staðnum, meðan triði persónurin í bilinum doyr á Landssjúkrahúsinum.
Orsøkin
Rímuliga nógv ferðsla var á strekkinum um tað mundið, tá vanlukkan hendi. Í gjár avhoyrdi politiið vitni, og í dag verða nøkur vitni avhoyrd afturat. Eisini verður líksýn ídag.
- Endamálið er sjálvandi at fáa lýst, júst hvat hendi. Vit vita ikki, hvussu høg ferðin var. Men bilurin fór rættuliga illani, og tað kann benda á, at ferðin var høg, sigur Kristina Christiansen.
Hýruvognurin, ein Ford Mondeo stationcar, verður nú kannaður á Akstovuni. Tær kanningar geva møguliga ábendingar um, hvør ferðin var.
Tað var gott veður, hesa lagnuløtu Á Hálsi í Sandavági, fyrrapartin í gjár.