Tað kravdi stríð og blóð at knúgva Eysturríki

EM24: Tað kravdi nógv stríð og eina brotna nøs hjá fraklendingum, at knúgva Eysturríki

Mynd: (Scanpix) Kylian Mbappé við blóð rennandi úr nøsini

Frakland vann í kvøld 1-0 á Eysturríki. Hóast Frakland eru favorittar at vinna kappingina, so skuldi nógv stríð til, fyri at knúgva Eysturríki, ið spældi ein orkuríkan dyst.

 

Frakland skoraði sigursmálið stutt fyri hálvleiki, tá Maximilian Wöber sendi eitt Kylian Mbappé innlegg í egið mál. Dysturin var merktur av, at Eysturríki hevur Ralf Rangnick sum venjara. Hann krevur nógva og framrættaða renning av sínum spælarum. Tað úrslitaði í einum ferðmiklum dysti.

 

Tað fór ein skelkur gjøgnum fronsku áskoðarar, at tá Kylian Mbappé sá út til at bríta nøsina móti dystarenda. Hann er heilt stóra stjørnan á liðnum.

 

Eysturríki – Frakland 0-1 (0-1)

 

1-0 Maximilian Wöber, 38 sjálvmál

 

Eysturríki: Pentz; Posch, Danso, Wöber (Trauner 59), Mwene (Prass 88); Seiwald, Sabitzer; Laimer (Schmid 90+1), Baumgartner, Grillitsch (Wimmer 59); Gregoritsch (Arnautović 59)

 

Frakland: Maignan; Koundé, Upamecano, Saliba, Hernández; Griezmann (Fofana 90), Kanté, Rabiot (Camavinga 71); Dembélé (Kolo Muani 71), Mbappé (Giroud 90), Thuram

 

Støðan:

 

1: Holland 3 (+1)

 

2: Frakland 3 (+1)

 

3: Pólland 0 (-1)

 

4: Eysturríki 0 (-1)

 

Mynd: (Scanpix) Kylian Mbappé við blóð rennandi úr nøsini