Heimskendi bretski rithøvundurin Harold Pinter var fyrradagin í Stockholm og tók ímóti ársins Nobelvirðisløn í bókmentum. Harold Pinter fekk krabbamein í hálsin fyri trimum árum síðani, og læknarnir høvdu rátt honum frá at fara til Stockholm. Men hann valdi kortini at fara.
Takkarrøða hansara var í stóran mun politisk, men tað kom ikki óvart á áhoyrararnar, tí Harold Pinter hevur ongantíð dult fyri, at hann heldur lítið um George W. Bush, forseta. Tað var kortini ikki bara Bush, sum fekk av grovfýlini, men amerikanskur uttanríkispolitikkur sum heild.
-Síðani seinna heimsbardaga hevur USA styðjað hvørt einasta hernaðareinaræðið í heiminum, og amerikanska framferðin hevur verið skipað, harðlig og fullkomiliga eirindaleys, segði tann kendi rithøvundurin í takkarrøðuni.
Harold Pinter var harðliga ímóti, at amerikanarar og bretar lupu á Irak, og tað kríggið gloymdi hann heldur ikki hesaferð.
-Álopið á Irak var ein brotsgerð og ein háðan ímóti allari altjóða lóggávu, segði hann og kravdi, at Bush og Tony Blair verða ákærdir og drignir fyri altjóða dómstólin í Haag.