Myndugleikarnir í Haiti siga nú, at ódnin Jeanne kravdi meiri enn 3.000 manalív, tá hon herjaði landið í síðsta mánað.
Tann endaliga uppgerðin hjá myndugleikunum sigur, at ódnin kravdi 3.006 manalív. Av teimum búðu 2.826 í býnum Gonaives, sum varð serliga meint raktur av ódnini, tí ein flóðalda legði ein stóran part av býnum undir í sjógvi.
Sostatt hava náttúruvanlukkur kravt umleið 5.000 mannalív í Haiti í ár. Í mai druknaðu umleið 2.000 fólk í einari vatnflóð.










