Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur lítið um bretska kravið um at fáa ein fyrrverandi KGB-mann útflýggjaðan. Bretsku myndugleikarnir vilja hava fatur fyrrverandi KGB-manninum Andrej Lugovoj í sambandi við morðið á Alexander Litvinenko í november í fjør. Men russar halda lítið um bretska kravið.
-Bretska kravið er burturvið og tápuligt, segði Vladimir Putin, forseti, á tíðindafundi í gjár.
Bretska ákæruvaldið sigur seg hava prógv fyri, at Lugovoj var saman við Litvinenko um tað mundið, tá Litvinenko bleiv eitraður.