Krav ella tilboð

Fjølmiðlafólk hava brúk fyri tilboðum um førleikagevandi útbúgvingar. At yrkislærd fjølmiðlafólk skulu lúka serlig málslig krøv fyri at fáa starv, er lóggivin mismunur, og slíkum er tíðin langt síðani farin frá

Bogi Godtfred

 

Eg eri púra samdur við Árna Dahl, sum heldur, at fjølmiðlafólk eiga at duga betur føroyskt. Men eg eri ósamdur, tá hann á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum sigur, at tað skal setast sum krav, at tey skulu taka serligt eykaprógv í føroyskum fyri at fáa fast starv í føroysku fjølmiðlunum.

 

Mær hevði dámt betur, um fjølmiðlafólk heldur fingu tilboð enn krøv. Eg havi t.d. leingi hildið, at fjølmiðlafólk – og onnur - áttu at fingið tilboð um eina útbúgving í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum.

 

Útbúgvingin kundi verið í stigum, og eitt tilboð frá arbeiðsplássinum, sum pláss er fyri í arbeiðstíðini. Sleppið fólki undan at renna aftan á klokkuni og evstamørkum, meðan tey skulu ogna sær ta vitan, ið hildið verður, at teimum tørvar.

 

Eg ivist í um fólk, sum annars eru væl útbúgvin innan fjølmiðlayrkið, fara at tíma at koma aftur til Føroyar, fara myndugleikarnir at standa fyri teimum við lógini í hondini og krevja eina málsliga útbúgving uttan at rinda fyri hana. Framman undan er lønin innan fjølmiðlayrkið nógv lægri í Føroyum enn t.d. í Danmark, har flestu fjølmiðlafólk verða útbúgvin.

 

Við kravinum um longri útbúgving fylgir sjálvsagt krav um hægri løn. Program-medarbeiðarar eru bæði í útvarpi og sjónvarpi við fullari akademiskari útbúgving, men einki sæst til, at Fíggjarmálaráðið og kringvarpsleiðslan eru at vika frá kravinum um, at allir programmedarbeiðarar skulu hava somu lágu løn, sum Starvsmannafelags-sáttmálin hevur at bjóða, annaðhvørt fólk hava nakra útbúgving ella onga.

 

 

Eitt hjálparloysi og annað

 

Fjølmiðlarnir - og kanska serliga bløðini – hava ilt við at útvega fólk við fjølmiðla-útbúgving. Fólk sessast á redaktiónunum við teimum journalistisku evnum, tey hava fingið í vøggugávu og tí málsliga førleika, tey hava fingið á einum miðnámsskúla. Hesi fólk hava lært meira føroyskt enn journalistikk - og tað sæst aftur á tí journalistiska støðinum. Fyri fjølmiðlarnar og tey, ið gjalda fyri hjálparloysið, lesarar, lurtarar og hyggjarar, er tað minst líka álvarsligt sum tann væntandi málsligi førleikin.

 

Heldur enn at seta fólki krøv, fari eg at heita á Árna Dahl og ta nevnd, hann er formaður fyri um at kanna møguleikarnar fyri at fáa skipað eina útbúgving í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum, ið er soleiðis háttað, at hon kann leggjast oman á ta bachelor-útbúgving, ið fólk koma av Journalistháskúlanum við.

 

Er eitt undirvísingarumhvørvi skipað, har fjølmiðlafólk kenna seg heima, og sum virðir teirra vitanartørv, so er gaman í eisini at bjóða fólki styttri skeið í málførleika. Men innihaldsliga skal annað og meira til enn ein fremstifingur á lofti.

 

Trúvirðið má liggja í tilboðnum um eina førleikagevandi útbúgving á universitetsstigi til teirra, sum vilja hava hana. Og ikki bert eitt eiti av einum lógarkravdum málsligum koyrikorti til teirra, sum ikki tímdu at terpa rætttskrivingarreglurnar, meðan tey gingu í barnaskúla.

 

Eg veit ikki um nakran, sum hevur fingið tilboð um styttri ella longri málsliga eftirútbúgving, alla ta tíð eg havi arbeitt í útvarpi og sjónvarpi. Og tað hevur mangan undrað meg. Men uppaftur meira undrar tað meg, at formaðurin í málstevnunevndini ætlar sær at loysa trupulleikarnar við krøvum. Krøv til fólk, sum í 12-13 ár í fólkaskúla og miðnámsskúla hava fingið kravið: at tey skulu duga føroyskt.

 

Árni Dahl er lærari á Læraraskúlanum, og eg skjóti upp, at hann og Læraraskúlin leggja botn í Pisaprátið og kanna, hví tað gongur so illa at læra føroyingar føroyskt í føroysku skúlunum. Ta kanningina haldi eg, at málstevnunevndin skal skjóta upp at fáa gjørda, áðrenn hon fer at orða krøv um førleikar, ið skuldu verið sjálvsagdir, áðrenn fólk eru komin so langt, at tey standa við eini yrkisútbúgving í hondini. Eini yrkisútbúgving - í hesum føri eini fjølmiðlaútbúgving - sum teimum skal noktast at brúka, fyrr enn tey hava lært tað, ið tey longu skuldu dugað.