Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Leynatunlinum. Trý akfør vóru í óhappinum, og tvey fólk eru flutt á sjúkrahús Tríggir bilar vóru við í ferðsluóhappinum, sum hendi í Leynatunlinum fyri løtu síðani.
- Ein lastbilur var fremstur. Ein persónbilur rendi á hann og ein annar bilur rendi so á hendan persónbilin, greiðir politii frá.
Tvey fólk eru flutt á landssjúkrahúsið sambært politinum.
Tunnilin er opin aftur nú.
Ferðsluóhappið hendi kring økið, har Landsverk í løtuni arbeiðir.










