Krás byrjar at fletta í morgin

- Eftirspurningurin eftir feskum føroyskum lambskjøti er stórur, sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás.

Í morgin - mánadagin 21. september - verður byrjað at fletta á sláturvirkinum hjá Krás í Hósvík, og ætlanin er at fletta til og við fríggjadagin 23. oktober.

 

Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás, sigur, at um so er, at tey fáa lomb at fletta eftir 23. oktober, verður hildið fram, til liðugt er.

 

- Í fjør flettu vit 3.500 lomb, ið er tað mesta, vit nakrantíð hava flett eitt heyst. Av hesum keyptu vit 2.000 lomb, ið vit seldu útaftur, meginpartin sum fekst til føroysku matstovuvinnuna, men eisini út í handlarnar.

 

Leiðarin sigur, at konseptið verður hitt sama í ár, soleiðis at tey, ið eiga seyð, antin kunnu fáa Krás at fletta móti gjaldi - ella, at eigarar heldur velja at selja lombini til virkið.

 

- Eftirspurningurin eftir feskum føroyskum lambskjøti er stórur, og tí hava vit gjørt av, at vit í ár fara at gjalda 70 krónur fyri kilo fyri lomb, sum viga 28 pund og meira.

 

Alberg Gaardlykke sigur, at Krás hevur einki ímóti at keypa væl fleiri lomb, enn tey keyptu í fjør.

 

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í morgin, er samrøða við leiðaran á Krás, nú sláturvirkið byrjar at fletta í morgin.