Krapi darvaði flogferðsluni

Fráferðirnar hjá Atlantsflog seinkaðar hálvan annan og tríggjar tímar.

Flogferðslan hevur verið darvað nógv í morgun, og tær báðar fráferðirnar hjá Atlantsflogi hava verið ávikavist tríggjar og hálvanannan tíma seinkaðar.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, greiðir frá, at avbjóðingin í morgun var, at hálka og krapi høvdu lagt seg á vøllin, í nógv størri mun enn vanligt.

 

- Vit fylgdu vanligum mannagongdum í morgun, tá vit gjørdi vøllin til reiðar til dagsins flúgving. Partur av mannagongdini er at stoyta eina vætu á vøllin, um ísur liggur á honum, sum so skal liggja á vøllinum og tiðna hann í eini tveir tímar. Tað vísti seg tó, at íslagið í morgun var nógv tjúkri enn vanligt, og tí mátti vit taka fleiri umfør við hesi vætuni, áðrenn vøllurin var klárur til nýtslu, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Hann greiðir frá, at kalda veðrið og avfallið í nátt hevur lagt fleiri løg av ísi á vøllin, og kunnug fólk meta, at tað eru um 20 ár síðani seinast, at júst hetta fyribrygdi kom fyri á flogvøllinum.

- Fólk eru vorðin von við, at alt koyrir sum tað skal, so kanska byrja vit at ótolnast eitt sindur fyrr enn áður, tá onkrar seinkingar koma fyri, sum í morgun. Vit mugu tó altíð seta trygdina í hásæti, og tískil mugu vit tryggja okkum at vøllurin er klárur til nýtslu, áðrenn vit loyva flogførum at nýta hann, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at vøllurin er klárur nú, og av Atlantsflog verður váttað, at flogferðslan fer at koma í rætt lag, sum seinnaparturin fer at líða.