Kramnik aftur á slóðina

Eftir at hava verið darvaður av sjúku í nøkur ár, hevur Vladimir Kramnik reist seg aftur. Í mei/juni stóð hann seg sera væl á russiska landsliðnum í talvolympiaduni, og sunnudagin vann hann Dortmund.

Talv

Seinastu tvey árini  fram til talvolympiaduna  hevur einki gingið eftir vild hjá 30 ára gamla Vladimir Kramnik. Hann varð nógv kritiseraður fyri at vera ein ov keðiligur telvari, sum ofta leikti skjótir javnleikir. Ratingtal hansara fall eisini nógv, frá yvir 2800 til nærum 2700.
Men fyri einum lítum ári síðani greiddi Kramnik frá sínari sjúku. Ein pínufull nervasjúka, sum serliga ávirkaði rygg hansara. Hann nevndi somuleiðis, at hann fór at taka minst hálvt ára steðg frá telving.
Í mei royndi Kramnik seg av álvara aftur, tá hann við góðum úrslitum mannaði 1. borð á russiska landsliðnum. Í Dortmund prógvaði hann aftur sítt virði sum ein av heimsins bestu telvarum nakrantíð.

Leko bestu byrjan
Átta telvarar mannaðu í ár Grand Slam kappingina í Dortmund. Ilt var at spáa um nakran ávísan favoritt, tí talan varð um nógvir javnsterkir telvarar við drúgvum royndum í slíkum sterkum høpi.
Peter Leko fekk - sum hann mangan plagar - eina góða byrjan. Fram til sjeynda og seinasta umfar var hann fremstur. Men tíverri fyri Leko skuldi hann í 7. umfari hava svart ímóti væl upplagda Kramnik, sum umfari undan hevði vunnið eitt stutt og greitt talv ímóti Jobava Baadur (Talvið hesa vikuna).
Kramnik leikti javnt í sínum fyrstu fimm talvum, men við sigrinum á Jobava og síðani sigrinum á Leko, endaði mæti russin á fremsta plássi.
Peter Svidler hevði somuleiðis eina sera góða kapping og fekk 4,5 stig eins og Kramnik. Ein serlig rokniskipan viðvíkjandi mótstøðustigum viðførdi, at Kramnik varð kosin vinnari av Dortmund 2006.
Boris Gelfand, Michael Adams og Peter Leko endaðu á 3. plássi, hálvt stig aftanfyri Kramnik og Svidler.

Dortmund 2006
1. Kramnik, Vladimir 2743 4.5 av 7
2. Svidler, Peter 27424.5
3. Adams, Michael 2732 4.0
4. Leko, Peter 2738 4.0
5. Gelfand, Boris 2729 4.0
6. Naiditsch, Arkadij 2664 3.5
7. Aronian, Levon 2761 2.0
8. Jobava, Baadur 2651 1.5

Magnus Carlsen næstan 2700
39th Biel International Festival endaði 4. august. Alexander Morozevich (2731) varð ratingfavorittur og hann vann eisini kappingina rættiliga trygt við 7,5 stigum av 10 møguligum.
Moro vann sjey talv, leikti eitt javnt og tapti tvey. Bæði ímóti 15 ára gamla Magnus Carlsen (2675). Magnus tapti tó síni bæði talv ímóti Andrei Volokitin (2662), og tískil varð hann ov stuttur. Men deilt 2. pláss saman við Teimour Radjabov (2728) er sjálvsagt eitt ótrúliga gott úrslit hjá unga norðmanninum. Teir fingu 6 stig. Við úrslitinum er Magnus tætt við 2700 ratingmarkið.