Kramm og krom

Her er nakað av tí, sum tú kundi ynskt tær at átt. Her er eisini okkurt, sum tú ongantíð hevur droymt um at eiga. Eitt sindur krammi og kromi til tann, sum vil eiga okkurt, sum er hent – og stuttligt – at eiga.

Koyr á trimum hjólum

Tað kann verða, at tú ikki líkist superhetjuni, men við hesum bilinum kanst tú í øllum førum lata, sum um tú ert nakað heilt serligt. Fuelvapor Alé er ein frekur bilur við trimum hjólum. Sær næstan út, sum um hann ikki er heilt liðugur bygdur, men við 180 hestum kann hann fresa frá 0 til 100 km/t upp á fimm sekund, og heldur tú nóg leingi á speedaranum og gloymir alt um klippini og rættarmál, so kanst tú koma upp á 230 km/t. Bilurin er ikki farin í framleiðslu enn, men leitað verður eftir íleggjarum. – www.fuelvaporcar.com 



Kameratelefonin

Við K850i eru fartelefonirnar veruliga farnar at bjóða digitala fototólinum av. Hendan fartelefonin frá Sony Ericsson er ikki tann fullkomna telefonin, men tá ið tað kemur til kombinatiónina av fototóli og fartelefon, so fáast telefonirnar ikki nógv betur enn hendan . K850i telefonin er heldur tjúkk, og tastirnir eru í so strævnir – men 5 megapixel fototólið kann taka myndir, sum kunnu breggja sær av at líkast veruligum myndum. Vegleiðandi prísur: 4.500 kr. - www.sonyericsson.com



Kulur kuldi

Hvat kann verða betri enn eitt megastórt køli- og fyrstiskáp, sum enntá kann syrgja fyri svalandi ísterningum. Hetta Samsung-køliskápið er viðgjørt við Nano silvur-ionum, sum skulu mótvirka bakterium. Harvið skulu matvørur halda sær betur í hesum skápinum. Vegleiðandi prísur: 10.000 krónur – www.samsung.dk



Títt egna hundamerki

Dog tag var upprunliga gjørt fyri at kunna eyðmerkja amerikanskar hermenn, sum doyðu í bardaga, men hálsketan við hundamerkinum er við tíðini blivin nógv meira enn tað. Nú er Dog tag ofta partur av tinganeyst-røðini hjá einum og hvørjum tónleikabólki ella ítróttarfelag. Tú kanst eisini gera tær títt egna Dog tag við upplýsingum um teg sjálvan. Hvat við at gravera navn, føðidato, blóðflokk og aðrar viðkomandi upplýsingar á títt dog-tag? Og so skal tað sjálvandi verða eitt Full US Size 1 í massivum silvuri. Vegleiðandi prísur: 240 kr. – www.soelvhalskaede.dk 



Glasið til kennaran

Single malt whisky stendur so sterkt sum ongantíð áður, og nú ber eisini til at fáa eitt serligt whisky-glas, sum skal gera upplivilsið at royna tey ymsu whisky-sløgini betur. Glencairn glasið er gjørt í samstarvi millum skotskar whisky-framleiðarar og onnur í bransjuni, og glasið verður kallað tað offisiella whisky-glasið. Nei, tað líkist ikki teimum trillrundu gløsunum í amerikanskum filmum, men hetta glasið skal verða so gott, at sjálvt enska drotningin hevur latið tí eina virðisløn sum eitt serligt gott átak. Vegleiðandi prísur: 65 krónur - www.glencairn.co.uk



Kvøldmáltíðin hjá Torbjørn

Torbjørn Olsen hevur í hesum døgum framsýning í Galarí Focus í Havn. Listamaðurin við teimum framúr strokunum hevur millum annað gjørt sína mynd av seinastu kvøldmáltíðini, sum Leonardo Da Vinci hevur gjørt kendastu myndina av. Hesin oljumálningurin kann síggjast í Galarí Focus fram til 22. februar, men tú ert ov seinur, um tú vildi havt myndina í stovuna hjá tær eftir tað – hon er seld. Prísur: 22.000 krónur – www.galeriefocus.com



Óneyðugt fjas

Sløkk ljósið, vel ein góðan sang á mp3-spælaranum á telduni og koyr hart frá. Hesir stuttligu hátalararnir hava eitt innbygt ljósshow, sum fylgja við tónleikinum, sum tú spælir. Akkurát tað, sum tú hevur brúk fyri eitt leygarkvøld. Og tá ið mánadagurin bankar á hurðina, kunnu hátalararnir stillast soleiðis inn, at teir lýsa – og ikki bleiktra. Vegleiðandi prísur. 479 krónur – www.gadgets.dk




50 tummar á veggin

Í hesum tíðum ganga flatskíggjar sum heitt breyð. Fløt sjónvarp verða tveitt um handilsdiskarnar, og fólk taka gleðiliga hesa nýggju opinbering heim í stovuna. Góðskan á flatskíggjunum er tó sera ymisk, og ofta ber til at lesa hetta av á prísinum. Eitt av teimum frægu sjónvarpinum er PDP-508X hjá Pioneer, sum er eitt plasma-sjónvarp. Sjálvt garvaði serfrøðingar hava hug at nikka, tá ið tann skarpa og detaljeraða myndin kemur á skíggjan. Ofta er endurgevingin av svørtum ein trupulleiki, men í hesum sjónvarpinum er tað ein sera lítil trupulleiki. Sjónvarpið er flott og einfalt – og so er tað upplagt at hanga tað á veggin sum var tað eitt annað listarverk. Vegleiðandi prísur: 27.000 kr. - www.pioneer.dk



Porsche-urið

Tú hevur kanska ikki ráð at keypa tær bilin frá teimum, men kanska tað ber til at skava so frætt av leysum saman, at tað ber til at keypa eitt av teirra urum. Porsche selir ur, sum ger tað til eina fragd at svara fólki, tá ið tey spyrja, hvat klokkan er. Eitt av teimum stóru og sterku urunum frá Porsche er nýggja Worldtimer, sum kann verða hent í hesum globaliseraðu tíðum. Urið, ið er framleitt av Eterna, kann lætt og snilt halda skil á tveimum tíðarsonum samstundis – og so sær tað eisini út sum eitt ordiligt ur. Vegleiðandi prísur: 75.500 – www.porscheshop.co.uk



Amboðskassin í lummanum

Legg sveisaraknívin til viks og verð ein rættur maður við einum ordan multi-amboði í lummanum. Leatherman er ein av fyritøkunum, sum framleiðir sterk og kompakt multi-amboð. Surge-útgávan av Leatherman skal verða serliga góð – ein stóribeiggi til áðurkendu Wave-útgávuna. Hetta amboðið kann klára tær flestu av teimum fyrifallandi uppgávuna – og so verður eisini hugsað um trygdina, so tú ikki kemur illa fyri at hava øll hesi amboðini í lummanum. Vegleiðandi prísur: 1200 krónur – www.leatherman.dk