Kramm, Grams og Plagg steðga

Tær tríggjar evn­is­síðurnar á Port­al­inum, Kramm, Grams og Plagg, eru ikki long­ur virknar

Nógv fólk hava sein­astu tvey árini leitað sær inn á síðurnar og lis­ið um sniðgeving, a­r­k­it­ek­t­ur, mat og móta, men áhugin fyri at lýsa á síðunum hevur kort­ini ikki verið nóg stór­ur til, at tað loysir seg at halda fram.
FT Online fekk fyrr í ár at vita frá Kapp­ing­ar­ráðnum, at raksturin av Port­al­i­num skuldi bera sjálv­ur. Arbeitt hevur verið við at økja um samlaða lýs­ing­ar­á­hug­an á øllum Portal­i­num, men nú tøl­ini eru uppgjørd, hev­ur verið neyðugt at spart onkrastani fyri at lúka krøvini frá Kapp­ing­ar­ráð­num.
Tað er so gingið út yv­ir hesar tríggjar síð­ur­nar, sum steðga á hesum sinni.
Hinar síðurnar á Port­al­i­num halda á­fram sum vant.