- Skattgjaldarin betalir sjálvandi ikki sín skatt fyri, at skip hjá landinum liggja við kei og bíða eftir bureaukratinum, sigur Thomas Arabo. Atlitini til eina tunga og initiativkøvandi játtanarskipan viga tyngri hjá polikarum enn atlitini til borgaran. Skipanin fer við vaksnum fólki, sum vóru tey børn, og standurin er hareftir.
Tað heldur Thomas Arabo í lesarabrævi, sum hann hevur sent miðlunum.
- Vit hava verið vitni til, at hóast eina útreiðslusíðu uppá 5 miljardir á fíggjarlógini, so er eitt hol á Rituni fyri eina miljón blivið til eina stóra politiska diskussión um, at man sum skjótast má fáa heimild til vega at lappa holið aftur.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin og strandferðslustjórin, Thomas Arabo, spyr, um Strandferðslan ikki hevur heimild til at lappa skip, tá hol kemur á?
Og hann leggur aftrat.
- Skal krakkaveldið spyrjast eftir fyri hvønn maskinskaða ella hvørja lítla ábót?
Hann sigur, at fyrr var tað soleiðis, at um eitt skip hjá landinum fekk eitt hol ella maskinskaða, so bar man so í bandi, at holið bleiv lappað skjótast gjørligt av rakstrarjáttanini hjá stovninum.
- Skattgjaldarin betalir sjálvandi ikki sín skatt fyri, at skip hjá landinum liggja við kei og bíða eftir bureaukratinum, sigur Thomas Arabo og leggur aftrat, at slíkt er symptom uppá eina almenna skipan sum ikki riggar.
Hann heldur, at málið um Rituna er bara eitt symptom uppá ein nógv størri trupulleika.
- Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan drepa allan náttúrligan rakstur og initiativ, tá tey leggja sína køvandi hond á alt tað almenna við millimeturstýring úr toppinum, sigur Thomas Arabo, sum eisini fýlist at øðrum viðurskiftum.










