Kraftigari tøk umborð á Páll Fanga

Hugskotið til tær broytingarnar í kappróðrarbátum, sum kappingarleiðarin ávarar ímóti í aðrari grein her á síðuni, hava róðrarfólk kring landið fingið frá klaksvíkingunum umborð á Páll Fanga, sum annars hevur verið heilt í serflokki í alt ár og hevur vunnið allar stevnurnar.
Á jóansøku er ein mynd tikin av Páll Fanga, sum vísir, at ein listi er skrúvaður upp á bekkin, so at rógvarin frammanfyri kann stinga føturnar upp ímillum bekkin og listan fyri at fáa meiri kraft, tá ið teir taka bekktøk.
Rógvarar siga, at tað svarar til, at svarar til, at tveir mans liggja á gólvinum og gera búkvenjingar, men har annar sleppur at hava føturnar uppi undir eini ribbu og hin ikki.
- Tað er eyðsæð hvørjar búkvenjingar krafta meiri. Sama prinsippið ger seg galdandi, tá ið bekktøk verða tikin, og summir rógvarar fáa stungið føturnar upp ímillum bekkin og listan, og aðrir ongan slíkan fyrimun hava, siga hesir somu rógvarar.
Umrødda myndin av Páll Fanga á jóansøku er eisini komin upp í hendurnar á Róðrarsambandinum og tí kann Jakku Guttesen staðfesta í aðrari grein her á síðuni, at hetta er ”brandhamrandi” ólógligt, sum hann púra avgjørdur tekur til.
Les eisini greinina: Stúra fyri ruðuleika á ólavsøku og greinina: Páll Fangi kann missa føroyameistaraheitið, umframt greinina: Páll Fangi viðgongur lógarbrot