Ein danskur fiskimaður, sum fiskar við gørnum, gjørdi herfyri eina roynd at flyta nakrar krabbar tríggjar fjórðingar burtur frá staðnum, har hann hevði fiskað teir Royndin hjá danska fiskimanninum vísir, at krabbi leitar aftur á staðið, har hann helt til.
Eftir bert einari viku vóru somu krabbar longu aftur, har teir upprunaliga vórðu veiddir. Tá høvdu teir ferðast heilar tríggjar fjórðingar eftir havbotninum.
Krabbar eru ein trupulleiki hjá fleiri donskum fiskimonnum, sum veiða við gørnum og rúsum.
Sum skilst, er nógv lív í krabbunum um summarið, og onkur einstakar fiskimaður hevur fingið upp í 1.300 krabbar eftir einum degi.
Sambært Fiskeritidende hava danir nú í hyggju at gera fiskamjøl burtur úr krabbaslagnum, sum verður rópt ?strandkrabbe?.










